63 prosent koyra skjótari enn loyvt

63 prosent koyra skjótari enn loyvt
Hetta er ein keðilig gongd, sum má broytast, tí tað økir um vandan fyri óhappum og stórum skaðum sigur stjórin í Ferðslutrygd
Í 2019 søgdu 34 prosent av føroyingum, at tað er í lagi at koyra skjótari enn loyvt, og í ár er talið farið upp í 41 prosent. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.04.2024 - 18:05

63 prosent av føroyingum koyra vanliga 90 km/t, har tað ikki er loyvt at koyra meira enn 80 km/t.

Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at hetta er ein keðilig gongd, sum má broytast, tí tað økir um vandan fyri óhappum og størri skaðum.

 

Lovisa Petersen Glerfoss er stjóri í Ferðslutrygd. (Savnsmynd)

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur kannað hugburðin hjá fólki um tað at koyra ov skjótt.

Í 2019 søgdu 34 prosent av føroyingum, at tað er í lagi at koyra skjótari enn loyvt, og í ár er talið farið upp í 41 prosent. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08042024_Ferdslutrygd

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655