BEINLEIÐIS: Fótbóltskvinnurnar skulu royna seg í hitanum

BEINLEIÐIS: Fótbóltskvinnurnar skulu royna seg í hitanum
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum skal í dag spæla annan dystin í hesi EM-undankappingini. Hann er ímóti Montenegro, og roknað verður við nógvum hita í Podgorica
Føroysku kvinnurnar taptu tepurt fyri Grikkalandi fyri fýra døgum síðani
Mynd: Jakoba Svensdóttir / FSF  
 
09.04.2024 - 14:25

Eftir eitt tepurt 1-0 tap fyri Grikkalandi fyri fýra døgum síðani, er EM-undankappingardystur aftur á skránni í dag – hesa ferð á útivølli móti Montenegro. Føroyska liðið stóð seg væl ímóti grikkum, sum eru hægst styrkismetta landið í bólkinum, og nú stendur ein nýggj avbjóðing fyri framman.

HYGG AT DYSTINUM HER

Dagsins mótstøðulið er ikki ókent fyri føroysku kvinnurnar. Í Nations League-kappingini í fjør, tá Føroyar og Montenegro vóru í bólki saman, var upplivingin hjá føroyingunum tó einki serlig. Fyrri dysturin á heimavølli endaði 1-0 til Montenegro, men á útivølli var talan um skrædl, tá Montenegro vann heili 9-0.

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Montenegro nummar 89, nakað framman fyri Føroyar, sum er nummar 110 av teimum 193 londunum, ið eru á listanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni, skrivar fsf.fo.

Føroyski hópurin kom úr Grikkalandi til Montenegro seint leygarkvøldið, og síðani hava tær tvær venjingar. Sum heild eru allar væl fyri til dystin í dag, ið væntandi verður spældur í nógvum hita – møguliga einum 20-25 hitastigum.

EM-undankappingardysturin á Gradski Stadion í Podgorica millum Montenegro og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 15.30 og vístur á kvf.fo. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980