Professari á odda í Íslandi

Professari á odda í Íslandi
Íslendska forsetavalið tykist at gerast eitt val millum professaran Baldur Þórhallsson og fyrrverandi forsætisráðharran Katrín Jakobsdóttir. 
Tey, ið ganga á odda í forsetavalinum í Íslandi. f.v. Katrín Jakobsdóttir, Jón Gnarr og Baldur Þórhallsson
Mynd: RUV.is  
 
15.04.2024 - 14:32

1. juni verður forsetaval í Íslandi, og valið tykist at gerast eitt val millum professaran Baldur Þórhallsson og fyrrverandi forsætisráðharran Katrín Jakobsdóttir. 

Tað vísir veljarakanning hjá Morgunblaðnum, sum varð gjørd í døgunum 9 til 14. apríl. 

Um val var í dag hevði Baldur Þórhallsson fingið 25,8 prosent. 


Kelda: RUV

 

Tað eru nøkur fá prosentstig fleiri enn Katrín Jakobsdóttir, sum fær 22,1 prosent í kanningini. 

Munurin upp á 3,7 prosentstig er kortini so lítil, at hann er innanfyri óvissuna. 

 

Fyrrverandi borgarstjóri eisini við

Triðstørstu undirtøku fær Jón Gnarr, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Reykjavíki. Hann fær 16,8 prosent í kanningini.

Freistin at stilla upp til forsetavalið í Íslandi er 26. apríl. 

Forsetavalið er 1. juni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776