Óli dagsins maður í Sävehof-hálvfinalusigri

Óli dagsins maður í Sävehof-hálvfinalusigri
Óli Mittún var dagsins maður við níggju málum, tá IK Sävehof vann á IFK Kristianstad í fyrstu hálvfinaluni um svenska meistaraheitið
Óli Mittún var flúgvandi í fyrstu hálvfinaluni ímóti Kristianstad
Mynd: Michael Erichsen / Bildbyrån.  
 
19.04.2024 - 21:41

Føroyski hondbóltssnillingurin Óli Mittún gjørdi rættiliga vart við seg í fyrstu hálvfinaluni um svenska meistaraheitið.

Kviki bakspælarin skeyt níggju mál og varð kosin dagsins maður, tá IK Sävehof vann 33-23 á Kristianstad heima í Partille Arena. 

Útiliðið fekk ta betru byrjanina við trimum málum á rað, men eftir at Óli Mittún hevði skotið teir gulsvørtu í gongd var ongantíð nakar ivi, og Sävehof tók fyrsta stykkið.

Áðrenn liðini hittast aftur í aðru hálvfinaluni 26 apríl, hava Óli Mittún og liðfelagarnir risa uppgávu í European League, har Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg bíða. Fyrra fjórðingsfinalan verður 23. apríl í Partille.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391