Nýtt á KVF Ljóð: Elians Sonur

Nýtt á KVF Ljóð: Elians Sonur
Í fimm pørtum tosar Høgni Mohr við bilmekanikaran Ragnar Winther Eliansson úr Sørvági um kvalifiseraðar meiningar, kommunalt inntriv, kríggj, kærleika, krúnukrím, frælsi o.a.
Ragnar Winther Eliansson er sonur Elian og høvuðsspersónur í nýggjari poddvarprøð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2024 - 10:00

"Elians Sonur" er útvarpsrøðspentalogi, tað vil siga ein røð í fimm pørtum. 

Ragnar Winther Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Samrøðurnar eru tiknar upp í Sørvági í januar 2024.

Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt sendingarnar til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð.

Røðin verður í útvarpinum síðst í hesum mánaðinum, men liggur longu nú tøk sum poddvarp á KVF Ljóð. Tú finnur hana her

 

Myndir © Bjarni Árting Rubeksen

 

Fyrsti partur av útvarpspentalogiini um lívssýn Ragnars Elianssonar í Sørvági er ein sangur um frælsi.

Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið 'kvalifiseraðar meiningar'.

"Nú ið vit hava sýnað bilin við politiskum ella filosofiskum brillum, hava vit sæð, at her er nógv at vísa á. Harvið vil eg siga, at hesin el-bilurin er eitt sindur av einum trojanskum hesti."

Ragnar Eliansson

 

Paraphrase kallast annar partur av sendirøðini.

Evnisliga bendir samrøðan við Ragnar Eliansson móti transenderandi ósamanhangi.

Ragnar tosar um kríggj, krúnukrím og politikarar.

"Vit eru komnir inn á tað, sum kann vera nokk so sentralt fyri politikk generelt: At tað er bara ein vegur til himmals."

Ragnar Eliansson

 

Triði partur av Elians Syni ber heitið "Katrin býr á strondini".

Vit stýra bilinum niðan á Grønhólma. Á løstaðu leiðunum har dvølur Ragnar við kommunalu inntrivini, annað ansloysi og hønuvit sum heild.

"Hvussu var tað, Poul F segði, tá ið hann ikki vildi hava eitt demokratiskt samfelag, og hann varð spurdur, hvussu hann so vildi, at eitt land skuldi stýrast? Ja, tað mátti so vera av okkum, sum frægastir vóru!"

Ragnar Eliansson

 

I can't stop Ioving you! Verðin er bara samansett av fólkum, ið ikki hava gjørt av við seg. Íðan, hví loypa vit so ikki bara útav? Tí frælsi, kærleiki, vakurleiki, vón og skærur skaldskapur skumpa lívið upp í ómissandi ljós - og skuggin fylgir við.

Hetta er evnið í fjórða og næstseinasta parti av Elians Syni.

"Tann myndin av sær sjálvum, sum mann roynir at fortreingja, hon skínur út ígjøgnum okkurt annað stað á einum einstaklingi ella í hesum føri entiteti."

Ragnar Winther Eliansson

 

Fimta og seinasta part við Ragnari Elianssyni eru vit á bilverkstaðnum "Carro" oman fyri Sørvág. Brennimotorar og Rikard Long sameinast til ævigt gonguverk av vísdómi.

"Ver hjá mær," syngja Stongum og Guttesen at enda.

"Frá jarðarkringi fram við sjeynda garð' eg fór, og hátt meg Sáturns tróna bar; og manga fløkju greiddi ferðin mær, men ikki ta, ið mannlívið var."

Ragnar Eliansson eftir Rikard Long

 

 

Hvat: "Elians Sonur"
Hvar: KVF Ljóð*
Nær: Tøkt nú

*í útvarpinum sum framhaldsrøð frá 28. mai

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179