Herverk á løgtingshúsið

Herverk á løgtingshúsið
Slagorð til frama fyri Palestina eru málað á veggirnar, men veggjakrutlið verður slípað burtur beinanvegin, sigur stjórin í løgtinginum
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.05.2024 - 09:30

Veggjakrutl, graffiti, er málað á løgtingshúsið í nátt.

 

Við slagorðum til frama fyri Palestina er málað við reyðum 'Fyri Hind' og 'Stong sendistovuna' á allar fýra veggirnar á løgtingshúsinum. 

Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur við útvarpið, at hetta sleppur ikki at standa á løgtingshúsinum leingi. Tað skal burtur beinanvegin.

Neyðugt verður at slípa veggjakrutlið burtur, og so verða veggirnir málaðir, tá ið tað viðrar, sigur løgtingsstjórin.
 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329