Bakkafrost: Vit kundu havt orðað okkum betur

Bakkafrost: Vit kundu havt orðað okkum betur
Ein neyvari yvirskrift hevði verið "Sølan vaks við 8 prosentum, og tøkugjaldið trífaldaðist", sigur fíggjarstjórin í Bakkafrosti, sum svar upp á ákæruna um prosentmanipulatión
 
10.05.2024 - 15:08

Undir yvirskriftini: "Sølan hækkaði 8 prosent og tøkugjaldið 295 prosent" sendi Bakkafrost tíðindaskriv til miðlarnar fyrr í vikuni fyri at vísa á, hvussu tøkugjaldið sveiggjar tá miðal-altjóða marknaðarprísurin hækkar. 

í tíðindaskrivinum stendur millum annað, at:

 

"Hóast søluprísurin so at siga er óbroyttur og sølan í hesum ársfjórðingi er lítið hækkað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør, so nærum trífaldaðist tøkugjaldið (parantes 295%)

Tøkugjaldið var 112 milliónir fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við 38 milliónir sama tíðarskeið í fjør og 153 milliónir fyri alt 2023", stendur millum annað í tíðindaskrivinnum. 

 

Tað er prosentmanipulatión, segði Rebekka Joensen, búskparfrøðingur, í útvarpstíðindunum klokkan seks týsdagin - ein slík samanbering gevur eina mynd av, at skipanin ikki hongur saman, men tað ger hon, segði hon.

Tað er er rætt, at meiri verður tikið inn, tá ið prísurin er høgur, men samanber mann røttu tølini, vísir tað júst, at tøkugjaldið fylgir stiganum, og bæði søla og tøkugjaldið veksur við 8 prosentum, sigur Rebekka Joensen.

 

Endamálið við yvirskriftini var at vísa á, at tað verður tikið meiri inn, sigur Høgni Jakobsen, fíggjarstjóri í Bakkafrosti, við kringvarpið.

- Ein neyvari yvrskrift hevði verið, at sølan hækkaði 8 prosent, meðan tøkugjaldið trífaldaðist, sigur fíggjarstjórin í samrøðuni, sum kann hoyrast her.

 

10052024_Hogni_Dahl_Jacobsen_

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115