Kvinnur á odda í kappingini um at gerast forseti

Kvinnur á odda í kappingini um at gerast forseti
Líkt er í løtuni til, at ein kvinna verður næsti forseti Íslands
Katrín Jakobsdóttir er nú komin ájavnt við Høllu Hrund Logadóttur, sum higartil hevur verið fremst í veljarakanningum.
 
12.05.2024 - 16:14

Líkt er í løtuni til, at ein kvinna verður næsti forseti Íslands.

Veljarakanningar vera gjørdar hvørja viku.

Í kanning, sum var kunngjørd fríggjadagin, eru Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri, og Halla Hrund Logadóttir, stjóri í orkustovninum, nú javnar.

Tær hava báðar 25 prosent.

Men Katrín fór úr 23 upp í 25 prosent.

Halla fór 36 niður í 25 prosent.

Baldur Þórhallsson er á triðja plássi. Hann hevði 18 prosent.

Kanningin var gjørd frá 3. til 9. mai.

Helvtin svaraði 

2.525 fólk vóru spurd. Knappliga helvtin svaraði.

Forsetavalið í Ísland verður 1. juni.

12 stilla upp, seks kvinnur og seks menn.

Hetta er níggjunda forsetavalið í Íslandi. Ongantíð eru so nógv uppstillað sum í ár.

Tey vóru níggju í 2016 og seks í 2012.

Seks fólk hava verið forsetar í Íslandi, teirra millum ein kvinna. Vigdís Finnbogadóttir var forseti frá 1980 til 1996.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763