Árni Skaale kærir Dennis Holm til landsstýrismálanevndina

Árni Skaale kærir Dennis Holm til landsstýrismálanevndina
Dennis Holm hevur latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki. Málið er nú á veg í landsstýrismálanevndina
Árni Skaale, tingmaður hjá Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent kæruna.
 
13.05.2024 - 09:34

Ein kæra um svartkjaftabýtið hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, er farin til landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum.

Árni Skaale, tingmaður hjá Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent kæruna.

Hann vil ikki siga nakað um hana enn, tí hon er í løtuni hjá umsitingini hjá løgtinginum.

Kæran er ikki komin á heimasíðuna hjá landsstýrismálanevndini enn.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, verður kærdur til landsstýrismálanevndina. 

 

Bíða við at stevna

Stjórin í Nótaskipum, Jógvan Jespersen, sigur, at reiðarar ella felagið bíða við møguleikanum at stevna Fiskimálaráðnum um svartkjaftabýtið, til landsstýrismálanevndin hevur avgreitt málið.

Dennis Holm hevur latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvota við hámarki. 

Nótaskip halda ikki, at landsstýrismaðurin uttan nakað kann taka søgulig rættindi frá skipunum.

Um tað ber til, hvat annað kunnu vit so vænta okkum, spyr felagið.

 

Jógvan Jespersen er stjóri í felagnum Nótaskip.

 

Løgfrøðingur hevur kannað málið

Felagið hevur fingið ein løgfrøðing at kanna málið.

Hansara niðurstøða er tann sama sum hjá felagnum.

Landsstýrismaðurin hevur onga heimild at broyta í kunngerð svartkjaftabýtið í sjófeingislógini, sigur løgfrøðingurin.

Annfinn Olsen, reiðari og nevndarlimur í Nótaskipum, segði við Útvarpið 24. apríl, at limirnir í felagnum umhugsa at stevna landsstýrinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423