Løgtingið samtykt broytt tøkugjøld í alivinnuni

Løgtingið samtykt broytt tøkugjøld í alivinnuni
Broytingaruppskotið frá samgonguflokkunum og Sambandsflokkinum í vinnunevndini var samtykt við 22 atkvøðum fyri og seks ímóti
Nýggja lógin um tøkugjøld kemur í gildi 1. januar 2025.
 
16.05.2024 - 15:39

Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni,  um tøkugjøld í alivinnuni við teimum broytingum, sum samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin mæltu til í vinnunevndini.

Við aðru viðgerð skeyt Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum upp at beina málið aftur í vinnunevndina, men uppskotið fall. Tað fekk seks atkvøður, og 22 vóru ímóti.

Broytingaruppskotið hjá samgonguni og Sambandsflokkinum í vinnunevndini var samtykt við 22 atkvøðum fyri og seks ímóti.

Málið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat.

 

Samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin gjørdu semju í málinum um tøkugjøld í alivinnuni. 

 

Alilaksur

Meirilutin í vinnunevndini - samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin - mæltu løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum. 

Einasta broytingin var ein nágreining av, hvat alivinna er, sambært lógaruppskotinum. Hetta skal nágreinast soleiðis, at alivinna er at rokna sum alt virksemi í samband við aling, frá og við virksemi á smoltstøðum og fram til fiskurin verður kruvdur. Virksemi aftaná hetta, til dømis víðari tilvirking av kruvda fiskinum, er ikki at meta sum alivinna sambært uppskotinum, segði meirilutin í vinnunevndini.

Meirilutin mælti eisini til, at orðið "alifiskur" í lógartekstinum verður broytt til "alilaksur".

 

Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum og limur í vinnunevndini vildi hava uppskotið aftur í nevnd.

 

Endar á 7,5 prosentum

Politiska semjan um gjøld frá alivinnuni, sum nú er samtykt, hevur við sær, at tøkugjaldið byrjar á 0,5 prosentum og endar á 7,5 prosentum, alt eftir altjóða laksaprísinum. Eisini skal alivinnan rinda ein serskatt av tí virksemi, sum hevur við sjálvt virksemið í samband við aling.

Lógaruppskotið, sum nú liggur í løgtinginum, snýr seg bara um fyrra partin, sum er at broyta stigan fyri sjálvt tøkugjaldið. Lógaruppskotið um serskattin fyri alivirksemið er ikki gjørt enn, men tað verður gjørt í heyst, sambært politisku semjuni.

Minnilutin í vinnunevndini - umboðini hjá Fólkaflokkinum - mæltu tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Fólkaflokkurin heldur, at rættast er at gera eina skipan, har øll serskatting av alivinnuni verður løgd oman á verandi partafelagsskatt. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928