Starvsfólk á tómum dagstovnum

bannari
Starvsfólk á tómum dagstovnum
Starvsfólk á dagstovnaøkjum ymsa staðni í landinum verða framvegis biðin at koma til arbeiðis, hóast børn ikki kunnu møta á somu dagstovnum av verkfallinum. 
Hóast dagstovnar eru stongdar fyri børnum, eru starvsfólk framvegis til arbeiðis.
 
18.05.2024 - 13:04

Í Vága kommunu sigur Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóri, at hóast børn ikki eru á dagstovnunum, so hava starvsfólkini eina rúgvu av øðrum arbeiðsuppgávum, sum skulu gerast hesa tíðina.

Hann sigur, at starvsfólkini framvegis fáa løn frá kommununi hesa tíðina, so má eisini arbeiðast fyri lønina.

Spurdur um, hví tað ikki er loyvt hesum starvsfólkum at taka egnu børn við til arbeiðis - børn sum noyðast at vera heima, tí tey eisini eru rakt av verkfallinum, sigur hann soleiðis:

- Vit hava stongt dagstovnarnar fyri børnum, fyri at tað skal vera so nøkulunda arbeiðssamt, hóast ongin er at vaska hølini. Tí ber ikki til at loyva øðrum børnum - børnum hjá starvsfólkum - inn á stovnarnar hesa tíðina verkfallið er, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóri í Vága kommunu

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345