Flogbóltsmenninir taka ímóti Íslandi og Eysturríki í Silvurliguni

Flogbóltsmenninir taka ímóti Íslandi og Eysturríki í Silvurliguni
Í fyrsta umfari síðsta vikuskiftið taptu Føroyar tepurt ímóti Íslandi, og føroysku menninir ætla sær uttan iva at hevna seg í høllini á Hálsi fríggjakvøldið
Thorvald Danielsen og liðfelagarnir spæla ímóti Íslandi fríggjakvøldið
Mynd: Blaksamband Íslands  
 
23.05.2024 - 17:11

Um vikuskiftið spælir føroyska manslandsliðið við monnum tveir landsdystir á heimavølli í evropeisku Silvurliguni, tá Ísland og Eysturríki koma á vitjan.

Dysturin ímóti Íslandi, sum verður í høllin i á Hálsi fríggjakvøldið, kann væntast at gerast javnur og spennandi. Føroyar og Ísland møttust eisini í fyrsta umfarinum, sum var í Íslandi fyri einari viku síðani, og tá vann Ísland dystin 3-1. Føroyar høvdu annars settbólt í fjórða setti, men tað eydnaðist ikki at avgera til 2-2, og Ísland vann í staðin 27-25, skrivar Flogbóltssamband Føroya. 

Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Eysturríki, sum er mett at vera væl sterkari enn bæði Ísland og Føroyar.

 

Kvinnurnar dystast í Luksemborg

Bestu føroysku flogbóltskvinnurnar spæla eisini í Silvurliguni um vikuskiftið. Føroyar spæla í Luksemborg, har tær møta vertunum fríggjadagin. Úrslitini farnu árini benda á, at føroysku kvinnurnar hava góðan møguleika at fáa síni fyrstu stig í ár.

Leygardagin spæla føroysku kvinnurnar seinna dystin í hesum umfarinum. Tann dysturin er ímóti Ungarn, sum verður mett at vera væl sterkari enn Føroyar og Luksemborg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816