Pætur, Páll og Jonn tryggjaðu KÍ øll stigini

Pætur, Páll og Jonn tryggjaðu KÍ øll stigini
Páll Klettskarð skeyt tvey mál, meðan Pætur Petersen og Jonn Johannessen skutu hvør sítt í KÍ-sigri á B68 í dag. Aðrastaðni sleit EB/Streymur seg leysan úr botninum
Jonn Johannessen skeyt sítt fyrsta mál í ár í 4-0 heimasigri á B68
Mynd: Leit  
 
26.05.2024 - 16:56

Við 4-0 heimasigri á B68 hongur KÍ framvegis í toppliðunum, Víkingi og HB, ovast í bestu fótbóltsdeildini við monnum.

Páll Klettskarð skeyt tvey mál, meðan Pætur Petersen og Jonn Johannessen skoraðu hvør sítt ímóti skerdu toftamonnunum við Djúpumýru.

Pætur Petersen legði KÍ framum beint fyri steðgin, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Páll Klettskarð økti til 2-0. Tá 67 minuttir vóru spældir, var Páll Klettskarð aftur upp á spæl við sínum 12. landskappingarmálið í ár, áðrenn Jonn Johannessen kom á talvuna fyri fyrstu ferð í 2024 og staðfesti sigurin. KÍ hevur nú vunnið seks dystir á rað og er nummar trý við 27 stigum. Víkingur og HB hava 30 stig.

 

Bragdaði hjá EB/Streymi

EB/Streymur sleit seg fyribils leyst úr botnstríðnum við tryggum 3-0 sigri á Skála við Margáir. Emil Weihe Joensen, Jens Erik Bruhn og Suni Herman Joensson Petersen skutu málini stutt fyri og stutt eftir steðgin.

Sundalagsmenn hava nú sjey stig - fýra meir enn B68 og ÍF undir niðurflytingarstrikuni, meðan trý stig eru upp til Skála á 7. plássi.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659