European League: Jóhan omaná ímóti Hákuni

European League: Jóhan omaná ímóti Hákuni
Flensburg-Handewitt við Jóhan á Plógv Hansen á liðnum vann European League-finaluna á Füchse Berlin og Hákuni West av Teigum, sum var í Hamburg sunnudagin
Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu European League
Mynd: EHF  
 
26.05.2024 - 18:42

Jóhan á Plógv Hansen skeyt fimm mál, tá Flensburg-Handewitt vann European League-finaluna á Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin.

Dysturin var sera javnur í fyrra hálvleiki, sum norðurtýskararnir vunnu við einum, men tá sterki strikuspælarin hjá Füchse Berlin, Mijajlo Marsenic, fekk reyða kortið tíðliga í seinna hálvleiki, fekk Flensburg-Handewitt yvirtakið og vann 36-31. 

Jóhan á Plógv Hansen spældi allan dystin, meðan Hákun West av Teigum sat á beinkinum allan dystin, tí Hans Lindberg framvegis spælir flest allar minuttirnar fyri høvuðsstaðarfelagið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026