Semingsmaðurin: "Ikki eitt orð um nakað sum helst"

Semingsmaðurin: "Ikki eitt orð um nakað sum helst"
Terje Sigurðsson, semingsmaður, var tættur sum tunnan, tá hann fór á fund við partarnar á arbeiðsmarknaðinum fyrrapartin
30.05.2024 - 11:52

Nakað eftir klokkan 10 fyrrapartin í dag, hósdagin, fóru arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini á fund við semingsmannin í hølunum hjá semingsmanninum á Tinghúsvegnum

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevði boðað frá, at hann einki semingsuppskot hevði við á fundin. 

Men gevur fundurin ábendingar um, at partarnir eru sinnaðir til at flyta seg, er tað orsøk til at hittast aftur til samráðingar í morgin, fríggjadagin, hevði hann boðað frá áðrenn fundin. 

Men tá semingsmaðurin fór á fundin, var hann tættur sum tunnan.

Spurdur um hann kundi siga okkurt, ið gevur føroyingum vón um, at verkfallið skjótt er av, svaraði Terje Sigurðsson:

"Ikki eitt orð um nakað sum helst."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026