Kappróðurin blómar í Hósvík

Kappróðurin blómar í Hósvík
Kappróðurin stendur í fagrasta blóma í Hósvík, har felagið fyllir 50 ár. Á norðoyastevnu hevði felagið sjey manningar við
03.06.2024 - 18:13

Tað hevur gingið við rúkandi ferð í Hósvíkar Róðrarfelag. 

Fyri 10 árum síðan var eingin, sum róði í bygdini, men á norðoyastevnu um vikuskiftið, hevði felagið ikki færri enn sjey manningar.

Tað fortaldi Jónas Æ. Busk, sum er limur í nevndini í felagnum. Helvtin av rógvarunum eru úr Hósvík, har bert 300 fólk búgva, og hin helvtin kemur aðrastaðni frá.

 - Vit eru aktiv, og royna at gera tað soleiðis, at fólk skulu tíma væl at koma til Hósvíkar at rógva, segði Jónas Æ. Busk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672