Sleppur ikki á venjingarlegu upp undir OL

Sleppur ikki á venjingarlegu upp undir OL
Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt 91 landsdystir fyri Danmark, og hann var fyrstu ferð á A-landsliðnum í juni 2015
Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt 91 landsdystir fyri Danmark.
 
10.06.2024 - 15:50

Jóhan á Plógv Hansen er ikki millum teir 20 spælararnar, sum danski landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen hevur tikið út til seks daga drúgvu venjingarleguna hjá liðnum, áðrenn Olympisku Leikirnar í Paris.

Danska A-landsliðið í hondbólti kemur saman 24. juni, og 3. juli verður endaliga gjørt av, hvørjir spælarar skulu umboða Danmark til OL.

Olympisku Leikirnir í Paris verða hildnir í døgunum frá 26. juli til 11. august.

Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt 91 landsdystir fyri Danmark. Hann var fyrstu ferð á A-landsliðnum í juni 2015, og hann var seinast við, tá Danmark hálvan mars í ár vann 30-25 móti Sveis.

Tá skeyt hann hann tvey mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585