Sexismumálið: Tessa noktar at framføra saman við The Antonelli Orchestra

Sexismumálið: Tessa noktar at framføra saman við The Antonelli Orchestra
Í heimildarrøðini "Sexisme i musikbranchen" verður tónleikari, sum eftir ætlan skuldi spæla undir tveimum konsertum hjá Tessu, lagdur undir at hava framt kynsligan ágang
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2024 - 12:49

Dagført kl. 14.15

Danska rappkvinnan Tessa, sum er eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Voxbotn, hevur sambært danska kringvarpinum og tíðindamiðilinum BT avlýst tvær konsertir í summar. 

Rúni Djurhuus er fyriskipari av Voxbotn-festivalinum, og sambært honum fer Tessa at framføra sum ætlað. Tó verður tað ikki við The Antonelli Orchestra. 

Avgerðin hjá Tessu kemur í kjalarvørrinum av heimildarrøðini hjá danska kringvarpinum, "Sexisme i musikbranchen". Í heimildarrøðini greiða eitt nú fleiri tónleikakvinnur frá kynsligum ágangi, sum tær hava verið fyri í sambandi við upptøkur av TV 2-tónleikasendingini, "Toppen af Poppen". Kvinnurnar greiða frá, hvussu tær hava verið fyri kynsligum ágangi frá einum limi í tónleikabólkinum, The Antonelli Orchestra, sum er sonevnt húsorkestur í sendingini.

Í samrøðu við BT staðfestir Tessa nemliga greitt, at hon undir ongum umstøðum vil setast í samband við viðkomandi tónleikara, men heldur ikki bólkin sum heild, tí hinir limirnir hava viðvirkað til, at ágangurin yvirhøvur kann vera farin fram. 

- Eg ætli mær ikki at standa á palli við einum skemmara, sigur hon við BT.

- So skjótt eg hoyrdi um hesa gøluna, gjørdu vit skjótt av. Vit avlýsa øll framtíðartiltøk saman við honum, sigur Tessa við danska tíðindamiðilin, BT

Hóast Tessa noktar at framføra saman við The Antonelli Orchestra, so fara teir kortini á pallin á ársins Voxbotn-festivali. Sambært fyriskiparanum, Rúna Djurhuus, skulu The Antonelli Orchestra eftir ætlan spæla undir hjá Burhan G, Peter AG og Jokeren.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375