Stoltenberg: Ungarn forðar ikki fyri Nato-stuðli til Ukraina

Stoltenberg: Ungarn forðar ikki fyri Nato-stuðli til Ukraina
Nato-aðalskrivarin hevur hitt ungarska forsætisráðharran í dag
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, og ungarski forsætisráðharran, Viktor Orbán, á tíðindafundi í Budapest í dag
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.06.2024 - 15:22

- Ungarn fer ikki at forða fyri hernaðarligum stuðli hjá Nato til Ukraina í sambandi við kríggið móti Russlandi.

Tað lovar Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn.

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, var á vitjan í Ungarn í dag.

 

Dyggur stuðul

Orbán váttar, at Ungarn er ein dyggur stuðul hjá Nato, skrivar Reuters.

Ungarn er landið í ES, sum Russland hevur tættast samband við. Landið hevur bæði fyri ES og Nato víst aftur at lata Ukraina vápn.

Nato-londini skulu vera samd, og tí hevur Ungarn kunnað steðgað ætlanini um at lata Ukraina hernaðarútgerð ella annan stuðul til Ukraina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928