FIFA-styrkilistin: Lítið hugaligur lesnaður

FIFA-styrkilistin: Lítið hugaligur lesnaður
Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum er farið seks pláss aftur á FIFA-styrkislistanum, sum altjóða fótbóltssamgongan kunngjørdi í dag
Føroyska landsliðið undan dystinum ímóti Lettlandi í Baltic Cup. Øll tey baltisku londini eru nú framman fyri Føroyar
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
20.06.2024 - 18:53

Bestu føroysku fótbóltsmenninir eru farnir seks pláss aftur á nýggjastu útgávuni av FIFA-styrkislistanum.

Føroyar liggja nú nummar 139, og hetta er tað lægsta bestu føroysku fótbóltsmenninir hava ligið síðan 2014, áðrenn minniligu sigrarnar á Grikkalandi á úti- og heimavølli.

Í evropeiskum høpi liggja Føroyar nummar 49 av 55. Bert Moldova, Andorra, Malta, Gibraltar Liktinstein og San Marino liggja niðanfyri. San Marino er samstundis niðast av øllum á 210. plássi.

Argentina liggur fremst á listanum framman fyri Frakland og Belgia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809