Kallar makrelsáttmálan fyri yvirgang

Kallar makrelsáttmálan fyri yvirgang
Heiðrún Lind Marteinsdóttir, stjóri í felagnum hjá teimum, sum fáast við fiskivinnu, sigur í grein um sáttmálan, at hann ger, at ov nógvur makrelur framvegis verður fiskaður
Alt ov nógvur makrelur verður fiskaður, halda fiskifrøðingar.
 
22.06.2024 - 12:42

Íslendingar eru ikki fegnir, nú Føroyar, Noregur og Bretland hava gjørt sáttmála um makrel.

Heiðrún Lind Marteinsdóttir, stjóri í felagnum hjá teimum, sum fáast við fiskivinnu, sigur í grein um sáttmálan, at hann ger, at ov nógvur makrelur framvegis verður fiskaður.

Ísland, ES, Russland og Grønland eru ikki við í sáttmálanum.

Tey trý londini, sum gjørdu sáttmálan, ætla sær 72 prosent av tí, sum ICES mælir til at fiska næsta ár, sigur Heiðrún Lind Marteinsdóttir.

So eru bara 28 prosent eftir til hini at býta.

Ísland, ES og Grønland hava givið sær sjálvum 45,64 prosent av tilmæltu kvotuni hjá ICES í ár.

Haraftrat kemur Russland við 15,1 prosentum.

Fiska alt ov nógv

Hon sigur, at við hetta lag verður ovfiskingin 133 prosent í ár. 

Heiðrún Lind Marteinsdóttir tosar bart út um yvirgang, tá trý strandarlond áseta sær kvotur uttan um hini londini.

Tey sýna als onga ábyrgd, tá ræður um at verja makrelstovnin, sigur hon. 

Íslendska makrelkvotan í ár er sløk 120.000 tons.

Tað eru 16,2 prosent av tí, sum ICES mælir til. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098