Tryggingarlógin dagførast: Danskar og ES fyrimyndir

Tryggingarlógin dagførast: Danskar og ES fyrimyndir
Tryggingareftirlitið og Vinnumálaráðið eru farin at dagføra tryggingarlógina
Mynd: Shutterstock.com  
 
08.09.2026 - 05:25

Tryggingareftirlitið og Vinnumálaráðið eru farin at dagføra tryggingarlógina.

Hon skal í høvuðsheitum vera í samsvari við nýggju donsku tryggingarlógina.

Eisini verður mett, hvørjar ES-fyriskipanir um tryggingar skulu setast í gildi í Føroyum. 

Og kannað verður, hvørjar kunngerðir mugu dagførast ella orðast av nýggjum.

Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Hann spurdi um kravdu eftirlønaruppsparingina hjá føroyingum.

Millum annað spurdi hann, um nakað krav er um íløgurnar hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. 

 

Hóskandi og gagnligur

Landsstýrismaðurin svarar, at sambært tryggingarlógini skal peningur, sum lívstryggingarfeløg ella eftirlønargrunnar hava ræði á, brúkast til íløgur á ein hóskandi og fyri kundan gagnligan hátt.

Tað er, at íløgurnar skulu geva kundunum mest møguligt avkast í mun til íløguváðan.

Tryggingareftirlitið ger í løtuni dagførda avkastkanning, sum verður liðug seinni í ár.

Í Danmark hava lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar sjálvboðið ment eina skipan til eftirlønarkundar, sum gevur teimum eitt heildaryvirlit um týðandi upplýsingar. 

Jacob Vestergaard sigur, at hann fer at heita á Tryggingareftirlitið um at kanna, um brúk er fyri slíkari skipan í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040