Arbeiðið upp á panthøllina er byrjað

Arbeiðið upp á panthøllina er byrjað
Høllin verður bygd í grótbrotinum í Sandavági, og hon skal eftir ætlan verða liðug 1. oktober næsta ár
Grabbin er í fyri panthøllini, sum skal byggjast grótbrotinum í Sandavági.
Mynd: Jn.fo  
 
26.06.2024 - 14:50

Arbeiðið upp á nýggju panthøllina hjá IRF í Vágum er nú byrjað.

Fyrradagin setti Jóanis Albert Nielsen, formaður í vinnu- og havnarnevndini í Vága kommunu, grabban í fyri nýggju høllini, sum skal byggjast í grótbrotinum í Sandavági, skrivar Vága kommuna.

Løgtingið samtykti fyrr í ár uppskotið um nýggjan pantskipan, og 23. mai var avtala gjørd millum IRF og Vága kommunu um leiguøki í grótbrotinum í Sandavági.

IRF skal umsita pantskipanina. 

 

Væntandi fer pantskipanin at taka ímóti 15 milliónum íløtum um árið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Liðugt hálvan august

Í avtaluni millum Vága kommunu og IRF stendur, at kommunan skal gera økið byggiklárt.

Tveir arbeiðstakarar vóru bidnir um at bjóða upp á arbeiðið, og J&K Petersen vann útbjóðingina. Arbeiðið skal verða liðugt 15. august.

Panthøllin verður 1200 fermetrar til støddar, og væntandi koma 15 milliónir íløt inn um árið.

Høllin verður boðin út í næstum, og eftir ætlan skal hon verða liðug 1. oktober næsta ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987