U20 EM: Mundu mist á stokkinum

U20 EM: Mundu mist á stokkinum
Føroyska U20-hondbóltslandsliðið hevði tamarhald á tí mesta og vunnu fyrra hálvleiki 21-15, men eftir steðgin var nær við, at føroyingarnir mistu á stokkinum
Óli Mittún var kosin til dagsins mann í tepra 30-29 sigrinum á Sveis
Mynd: HSF  
 
10.07.2024 - 12:30

Føroyar vunnu tepurt á Sveis í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum fyri U20-landslið, sum er í Slovenia.

Føroyingarnir spældu væl í fyrra hálvleiki, og vóru á odda við heili 21 málum ímóti 15, men eftir steðgin gekk striltið við at fáa mál. Tey níggju málini, sum Føroyar kortini fingu, vístu seg at vera akkurát nóg mikið til at vinna 30-29.

Óli Mittún var kosin dagsins maður við átta málum og átta uppleggum, men meir enn annað hvørt skot frá føroyska stjørnuskotinum fann ikki málmeskarnar. Sterki strikuspælarin, Ísak Vedelsbøl, sum skal spæla saman við Óla Mittún í svenska meistarafelagnum, IK Sävehof, eftir summarsteðgin, skeyt bert tvey mál upp á sínar seks royndir.

Sveis nærkaðist allan seinna hálvleik, og tá tveir minuttir vóru eftir at spæla varð javnleikur. Tað eydnaðist kortini Trúgva Hávardsson at skora avgerandi málið, og so komu øll stigini til høldar kortini, ikki minst takka verið góða málmansspælinum hjá Torsteini Sivertsen og Dejan Lacok. Stig, sum kunnu vísa seg at gerast avgerandi, í kappingini um HM-pláss næsta ár. 

Í morgin seinnapartin spæla Føroyar ímóti Fraklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655