Heimsins størsta helli er í Hesti

Heimsins størsta helli er í Hesti
Higartil hevur eitt helli í Nýsælandi havt metið, men ein 3D skanning hevur staðfest, at Klæmintsgjógv í Hesti er heimsins størsta
19.07.2024 - 19:24

"Síðani 2018 hava vit fortalt, at Klæmintsgjógv møguliga er heimsins størsta helli, tí tað helt Magni Laksafoss, sum var farin undir at skráseta holir", fortelur Sigmund Signason, sum eigur fyritøkuna Rib62. 

Og nú er staðfest, at Klæmintsgjógv er heimsins størsta helli. 

Higartil hevur eitt helli í Nýsælandi havt metið, men mikudagin vóru 3D-skanningar gjørdar í Hesti, og greitt var, at talan er um eitt nýtt heimsmet. 

Rikoriko í Nýsælandi er 221.494 rúmmetrar, men sambært skanningini er Klæmintsgjógv umleið sjey túsind rúmetrar størri og undir vatninum er tað umleið 50.000 rúmetrar størri.

Henry Henderson-Genefaas, tekniskur serfrøðingur, gjørdi skanningina. Aftrat honum vóru Gethin Wyn Roberts, sum er dátuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni og Anne Marie Berg Norby, sum er uppmátari á Landsverki. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025