Hiddenfjord eigur størstu sólorkulundina

Hiddenfjord eigur størstu sólorkulundina
Sum ein liður i grønu tilbúgvingini hevur Hiddenfjord nú størstu sólorkulundina í Føroyum
23.07.2024 - 19:33

Ein umráðandi partur í grønu tilbúgvingini er at framleiða grønan streym, sigur Sjúrður Ferjá, orkumennari á Hiddenfjord.

Grøna tilbúgvingin er eitt av málunum hjá fyritøkuni, sum heldur tað vera teirra etiska ábyrgd at hugsa um umhvørvið.

828 sólpanel eru seinastu tveir mánaðirnar sett á tekjurnar á tveimum bygningum á smoltstøðini á Fútakletti. 

Sólpanelini gera streym til tað, ið svarar til streymnýtsluna hjá 40 húsarhaldum um árið, sigur Sjúrður Ferjá.

 

Fleiri stig

Tað verða enn fleiri sólpanel at síggja á smoltstøðini á Fútakletti, tí aftaná summarfrítiðina verður farið undir at seta sólpanel á fleiri av tekjunum.

Sjúrður Ferjá vísir eisini á, at fleiri stig eru tikin, eitt nú at skifta oljubilar út við elbilar og skifta til meira burðadygt fóður. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493