Vil ikki vera í varðhaldi longur

Vil ikki vera í varðhaldi longur
Hann kærdi úrskurðin hjá Føroya rætti um fýra vikur aftrat til Eystara landsrætt
Við Sandá.
 
24.07.2024 - 09:00

Maðurin, sum var tikin fyri álopið á eina kvinnu á gøtuni við Sandá á Argjum, fekk í Føroya rætti í gjár varðhaldsfongslingina longda fýra vikur, sum politiið bað um.

Men hann kærdi úrskurðin til Eystara landsrætt, sum ikki hevur svarað enn.

Tað var sunnukvøldið tann 28. apríl, at ein kvinna var álopin á gøtuni við Sandá, eystan fyri fótbóltsvøllin á Argjum.

Ein maður var eitt korter eftir álopið tikin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Skuldsettur fyri álopið

Maðurin, sum er skuldsettur fyri álopið, noktar seg sekan.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani, hann var tikin 28. apríl.

Varðhaldið var longt í fýra vikur tann 25. juni.

Tað góðtók maðurin sjálvboðin, so hann skuldi ikki í rættin tá. 

Men í gjár var rættarfundur, og maðurin góðtók ikki, at varðhaldsfongslingin var longd. 

Men hann kærdi úrskurðin til Eystara landsrætt, sum ikki hevur svarað enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391