Landsrætturin staðfesti úrskurð um varðhald hjá Føroya rætti

Landsrætturin staðfesti úrskurð um varðhald hjá Føroya rætti
Maðurin, sum er skuldsettur fyri álopið við Sandá, skal halda ólavsøku í varðhaldinum
Gøtan við Sandá.
 
28.07.2024 - 10:09

Maðurin, sum er skuldsettur fyri álopið við Sandá, skal halda ólavsøku í varðhaldinum.

Eystari landsrættur hevur staðfest úrskurðin hjá Føroya rætti um, at maðurin skal vera í varðhaldi í fýra vikur aftrat.

Maðurin, sum var tikin fyri álopið á eina kvinnu á gøtuni við Sandá á Argjum, fekk týsdagin í Føroya rætti varðhaldsfongslingina longda fýra vikur, sum politiið bað um.

Men hann kærdi úrskurðin til Eystara landsrætt, sum staðfesti hann.

Maðurin er skuldsettur fyri at leypa á eina kvinnu á gøtuni við Sandá, eystan fyri fótbóltsvøllin á Argjum sunnukvøldið tann 28. apríl.

Hann noktar seg sekan.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 28. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860