Halla verður forseti í dag

Halla verður forseti í dag
Klokkan 16.30 okkara tíð verður gudstænasta í Dómkirkjuni. Eftir hana verður farið í altingið, har Halla Tómasdóttir verður tikin í eið sum forseti
Halla Tómasdóttir saman við familjuni
Mynd: Privat á Facebook  
 
01.08.2024 - 06:05

Í dag tekur Halla Tómasdóttir við starvinum sum forseti Íslands.

Klokkan 16.30 okkara tíð verður gudstænasta í Dómkirkjuni.

Eftir hana verður farið í altingið, har Halla Tómasdóttir verður tikin í eið sum forseti.

Hon er 55 ár, og verður sjeyndi forseti Íslands.

Halla Tómasdóttir fekk stívliga 34 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum 1. juni.

Hon er vinnulívskvinna og íverkseti.

Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti í átta ár. 

Hann stillaði ikki upp hesa ferð.

Guðni Th. Jóhannesson fær bíðiløn í seks mánaðir og fer so aftur í gamla starv sítt í lærda háskúlanum í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815