Havnin við Tjørnunes ikki til ampa fyri umhvørvið

Havnin við Tjørnunes ikki til ampa fyri umhvørvið
Havnin, sum eitt dótturfelag hjá Varðanum og Eysturkommuna ætla at gera við Tjørnunes, er góðkend í Umhvørvisstovuni
Havnin við Tjørnunes.
 
05.08.2024 - 06:21

Havnin, sum eitt dótturfelag hjá Varðanum og Eysturkommuna ætla at gera við Tjørnunes norðan fyri bygdina Undir Gøtueiði, hevur fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. 

Umhvørvisárinsmetingin hjá felagnum og kommununi er eisini góðkend. 

Partafelagið 24.04.2023, dótturfelagið hjá Varðanum, og Eysturkommuna ætla at byggja 30.000 fermetra stóra atløgubryggju við Tjørnunes.

Umhvørvisárinsmetingin sigur, at ikki eru búlendi, sum vera mett at vera sjáldsom fyri Føroyar ella nærumhvørvið í økinum, har havnarlagið verður.

Víst verður tó á, at økið við Kvørnina beint sunnanvert Tjørnunes er mett at vera vert at varðveita vegna vakurleika, rekreativt virði, tað kann brúkast til fríløtur, og tí einki samsvarandi øki er í nærumhvørvinum. 

Økt ferðsla

Tí er kannað, hvussu økta ferðslan fram við Kvørnini ávirkar.

Mett verður, at verður mesta ferðin har á leiðini sett til fýra fjórðingar fyri skip, verður ávirkanin ógvuliga avmarkað og nógv minni enn aldur, sum náttúrliga stava frá vindi og veðri annars.

Mett verður ikki, at havnarbyggingin í aðrar mátar verður til ampa fyri djóralív ella fornminni í nærumhvørvinum.

Grótið til verkætlanina kemur úr frystitunlum Undir Gøtueiði, sum 24.04.2023 ætlar at gera. 

Avgerðirnar hjá Umhvørvisstovuni kunnu kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum í seinasta lagi 30. august.

Kærurætt hava tey, sum avgerðirnar hava ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860