Zelenskyj hevur váttað álopini í Russlandi

Zelenskyj hevur váttað álopini í Russlandi
Í gjárkvøldið váttaði ukrainski forsetin álopini á Kursk landspartin, sum liggur upp at ukrainska markinum
Hermálsligu tiltøkini, sum byrjaðu týsdagin, eru partur av ætlanini hjá Ukraina at endurreisa rættvísi, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, sigur Volodymyr Zelenskyj.
 
11.08.2024 - 10:06

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj váttaði í gjárkvøldið, fyri fyrstu ferð,  álopini á Kursk landspartin í Russlandi,  sum liggur upp at ukrainska markinum.

Ukrainski forsetin sigur, at hermálsligu tiltøkini, sum byrjaðu týsdagin, eru partur av ætlanini hjá Ukraina at endurreisa rættvísi, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022.

Volodymyr Zelenskyj segði í røðu sínari, at hann longu hevur fingið fleiri dagføringar um innrásina í Kursk frá ovasta leiðaranum fyri ukrainsku verjuna, Oleksandr Syrskyj.

Ukrainski forsetin takkaði eisini herdeildunum, sum eru partur av tiltøkunum, skrivar danska kringvarpið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860