- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka sáð av føroyskum greðingum
Taka sáð av føroyskum greðingum
Ábendingar eru um, at hetta hepnast sera væl, sigur felagið Føroysk ross

Byrjað var at taka sáð sunnudagin.
Mynd: Føroysk ross.
13.08.2024 - 06:08
Fólk frá bretsku fyritøkuni Stallion AI services eru í løtuni í Føroyum og taka sáð av føroysku greðingunum.
Fyrstu royndirnar at taka sáð vóru á Búnaðarstovuni í Kollafirði sunnudagin.
Ábendingar eru um, at hetta hepnaðist sera væl, sigur felagið Føroysk ross.
Væntandi verða sáðtøkur alla vikuna. Hvør sáðtøka kann brúkast til fimm ella seks ísáðingar.
Felagið Føroysk ross hevur síðan 1978 virkað fyri at byggja upp ein ílegugrunn við niðurfrystum rossasáði og fáa gjørt eina arvafrøðiliga lýsing av rossastovninum.
Í løtuni eru 26 greðingar, 42 ryssur og 14 geldir hestar í føroyska rossastovninum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
201665
Nýggjastu sendingar í SV






















