Mannajagstran eftir gerningsmanni í Týsklandi

Mannajagstran eftir gerningsmanni í Týsklandi
Trý fólk blivu dripin og átta illa løstað í týska býnum Solingen, tá ein gerningsmaður byrjaði at stinga frá hond í gjárkvøldið
Mynd: Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.08.2024 - 08:24

Tað, ið skuldi vera eitt hugnaligt kvøld, har borgararnir í týska býnum Solingen hátíðarhildu 650 ára dagin fyri, at vesturtýski býurin var staðsettur. Men gjárkvøldið endaði sum ein sorgarleikur, tá ein gerningsmaður byrjaði at stinga frá hond. 

Tá gerningsmaðurin var stungin av aftur, lógu 11 fólk eftir á, trý vóru deyð og átta illa løstað. 

Sambært áltjóða miðlum, so stakk gerningsmaðurin tilvildarlig fólk niður, áðrenn hann tók til rýmingar. 

Leitað verður nú av øllum alvi eftir gerningsmanninum.

 

Fór miðvíst eftir hálsinum

Týski innanríkismálaráðharrin, Nancy Faeser, sigur sambært Reuters, at týskir myndugleikar gera alt, ið teir eru mentir, fyri at finna gerningsmannin. 

Arbeitt verður eisini við at finna út av, hvør orsøkin til kníválopið var. 

Sambært útsenda tíðindafólkinum hjá DR í Týsklandi, Steen Nøreskov, so eru týskir myndugleikar sannførdir um, at talan var um eitt yvirgangsálop.

"Vitnir hava sagt, at gerningsmaðurin sá út til at koma úr Miðeystri, og at hann var einsamalur. Vitnir hava eisini sagt við politiið, at maðurin fór miðvíst eftir hálsinum hjá ofrunum. Hann gekk altso ikki svakur og stakk frá hond."

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815