Ferðavinnufelagið: Atlantsflog harðari treytir enn onnur

Ferðavinnufelagið: Atlantsflog harðari treytir enn onnur
Ferðavinnufelagið mælir til at taka ávís fyrivarni, tá vegleiðingar verða gjørdar eftir danskari fyrimynd
 
16.10.2013 - 09:04

Atlantic Airways kemur undir harðari treytir enn flogfeløg, sum virka í Danmark. Ferðavinnufelagið vísir á, at vegleiðingin, sum Brúkaraumboðið hevur boðað frá, er í summum førum strangari enn tann hjá danska brúkaraumboðsmanninum. Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um, hvussu Atlantic Airways skal lýsa við bíligum ferðaseðlum.

Atlantsflog ikki somu sømdir

Ferðavinnufelagið vísir á, at í Danmark skulu flogfeløg upplýsa avmarkingar í tilboðum, uttan so, at tað ikki ber til. Ta sømdina hevur Atlantic Airways ikki. Í uppskotinum um føroysku vegleiðingina stendur stutt og greitt, at avmarkingar í einum tilboði skulu upplýsast. Lagt verður ikki upp fyri, at í onkrum førum ber ikki til at upplýsa allar avmarkingar í einari lýsing, sigur Ferðavinnufelagið.

Felagið ger eisini vart við, at í Føroyum skal marknaðarføringin av einum tilboði steðgast alt fyri eitt, tá tann lýsti prísurin ikki longur er galdandi, ella at flogferðaseðlarnir eru útseldir. Í Danmark skal tað gerast so skjótt, tað ber til. Ferðavinnufelagið sigur, at ávísar tíðir er ikki neyvt eftirlit við flogferðasøluni.

Taka ávís fyrivarni

Ferðavinnufelagið mælir til at taka ávís fyrivarni, tá slíkar vegleiðingar verða gjørdar eftir danskari fyrimynd. Munur er hóast alt á marknaðinum í Føroyum og í Danmark. Hoyringarfreistin var til 8.oktober. Brúkaraumboðið fer kanska at gera tillagingar í vegleiðingini eftir at hava lisið hoyringarsvarini. Síðani verður vegleiðingin um, hvussu bíligir flogferðaseðlar skulu marknaðarførast, sett í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738