Alt ov fáir menn starvast innan fyri Almannaverkið

Alt ov fáir menn starvast innan fyri Almannaverkið
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, harmast um, at so fáir menn starvast í Almannaverkinum. Talið av monnum er lækkað úr 21 prosentum niður í 17 prosent
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum
Mynd: savnsmynd  
 
31.08.2024 - 14:49

Føroyar eru eitt konservativ land, og tí verður tað roknað við, at menn starvast innan fyri fiski-, sjó- og byggivinnuna, og ikki innan Almannaverkið. 

Tað sigur Edvar Heen, stjóri í Almannaverkinum, ið harmast støðuna. 

Seinastu árini er talið av monnum lækkað úr 21 prosentum niður í 17 prosent av øllum starvsfólkunum í Almannaverkinum. 

"Tað er synd, at so fá mannfólk starvast innanfyri almannaøkið, tí tað hevur stóra ávirkan á arbeiðsumhvørvið, at so fáir menn starvast í Almannaverkinum. "

Eisini tey fólkini, ið eru tengd at veitingunum, ið Almannaverkið veitir, hava eisini tørv at hava menn um seg í tí dagliga, sigur Edvard Heen. 

 

1693392

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025