Ónøgdin við Vladimir Putin veksur

Ónøgdin við Vladimir Putin veksur
Almennir russiskir greiningarstovnar hava skrásett ein lítlan vøkstur av ónøgd hjá russiska fólkinum við forsetan Vladimir Putin og við russiskar myndugleikar
 
31.08.2024 - 16:16

Tað skrivar amerikanski tankasmiðjan ISW, - Intitute for Study of War, og leggur aftrat, at hetta kemur í kjalarvørrinum á ukrainsku innrásina í russiska Kursk-landspartin.

Sambært stovninum Public Opinion Foundation, vísur seinasta meiningarkanningin, at 28 prosent av russiska fólkinum eru ónøgd við gerðirnar hjá russiskum myndugleikum seinasta mánaðin. Tó er meiningakanningin ikki álítandi endurspegling av veruligu kenslunum í samfelagnum, skrivar ISW.

- Kreml metur helst, at avmarkað viðurkenning av ónøgd í samfelagnum fer at verja Kreml móti skuldsetingum um, at Kreml ignorerar stúranina í russiska samfelagnum, sigur amerikanska tanskasmiðjan í metingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391