Knívstunga í Reykjavík kravt eitt mannalív

Knívstunga í Reykjavík kravt eitt mannalív
Ein 16 ára gamal drongur stakk á mentanarnáttini í Reykjavík seinasta vikuskiftið trý fólk við knívi, - ein 17 ára gomul genta hevur latið lív av sárum sínum
 
31.08.2024 - 17:38

Skúla- og frítíðarráðið í Reykjavík heitir í brævi á øll foreldur um at tosa við síni børn um vandarnar við at hava knív uppi á sær. Orsøkin er álopið, har ein 16 ára gamal drongur á mentanarnáttini í Reykjavík seinasta vikuskiftið stakk trý fólk, av teimum fekk ein 17 ára gomul genta álvarsligar løstir, og doyði av sárum sínum í gjárkvøldið.

15.000 húski hava fingið teldupost frá Reykjavíkar skúla- og frítíðarráði í sambandi við, at ung ganga við knívi. Har stendur, at seinastu mánaðirnar hava børn gingið við knívi í skúla og frítíðarstovni, og tað kann ikki góðtakast. Henda gongdin skal steðgast nú.

- Vit mugu taka slíkar hendingar í álvara. Og tað hava okkara fólk gjørt. Foreldur vera kunnað um málið, og vit fara síðani at melda málið til barnaverndina og løgregluna, og tað er fyri at vísa álvaran í málinum, og at vit skulu standa saman um tiltøk, fyri í roynd og veru at siga stopp, her til og ikki longur, kæru børn og ung. Hetta gongur ikki longu, sigur Helgi Grímsson, leiðari í Reykjavíkar skúla- og frítíðardeild, í teldubrævinum.

Ikki er loyvt at hava vápn uppi á sær í almenna rúminum, og kriminelli lágaldurin er 15 ár. Brot kunnu vera sektað ella fongsul upp í fýra ár, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784