85 ár síðan seinni heimsbardagi brast á

85 ár síðan seinni heimsbardagi brast á
Minningarhald hevur í dag verið ymsastaðni í Póllandi, nú 85 ár eru liðin síðan Týskland leyp á, og seinni heimsbardagi byrjaði
Polski forsetin Andrzej Duda legði í dag ein krans við minnisvarðan í lítla býnum Wielun, sum varð álopin av Týsklandi náttina 1. september 1939
Mynd: Sergei Gapon/AFP  
 
01.09.2024 - 16:30

Í dag, 1. september, eru 85 ár liðin síðan Týskland gjørdi innrás í Póllandi. Við hesum byrjaði seinni heimsbardagi í Evropa.

Minningarhald hevur í dag verið í lítla polska býnum Wielun, sum var fyrsta sivila málið hjá týsku bumbunum tíðliga á morgni 1. september í 1939. Góð 1.200 fólk lótu lív í álopinum.

Við til minningarhaldið var polski forsetin Andrzej Duda, sum millum annað segði, at sjálvt um póllendingar kunnu siga, at teir hava fyrigivið, so hava teir ikki gloymt tað sum hendi fyri 85 árum síðan.

Polski forsetin Andrzej Duda til minningarhald í Wielun

 

Um somu tíð var polski forsætisráðharrin Donald Tusk við til minningarhald við ein minnisvarða á Westerplatte-hálvoynni við Gdansk, har ein polsk herstøð varð álopin av einum týskum krígsskipi bert fáar minuttir eftir álopið á Wielun.

Donald Tusk legði ein krans á staðnum og mintist saman við øðrum teir falnu hermenninar, sum, hóast teir vóru í stórum minniluta, vardu herstøðina í sjey dagar, áðrenn teir góvu seg yvir til týska herin.

Sambært tíðindastovuni AP vísti Tusk á, at tað nú aftur er kríggj har á leiðini og sipaði til russisku innrásina í Ukraina í 2022. Í eini greiðari áminning til Týskland segði Donald Tusk, at "tað er ikki nóg mikið at tosa um sáttargerð ella at drýpa høvur í skuldarkenslu, men besta tekin um at hava tikið við læru av søguni er at vera fúsur at skipa allar vesturheimin, Evropa og NATO í verjuni móti ágangi sum honum, vit síggja í dag á vígvøllunum í Ukraina."

Polski forsætisráðharrin legði afturat, at "í dag siga vit ikki 'ongantíð aftur' - í dag mugu vit siga 'ongantíð aftur einsamøll'".

Donald Tusk segði eisini, at Pólland er í ferð við at byggja mest modernaða og ein av sterkastu herum í Evropa fyri at gera sítt til at styrkja NATO-verjuna og evropeiska meginlandið.

Tað er ikki nóg mikið bara at tosa um sáttargerð, segði polski forsætisráðharrin Donald Tusk

 

Pólland misti 6 milliónir fólk - har av 3 milliónir vóru jødar - undir krígnum. Undirstøðukervið, ídnaðurin og landbúnaðurin fór eisini illa av krígnum.

Undanfarna høgravenda stjórnin í Póllandi kravdi 1,3 billiónir dollarar í krígsendurgjaldi frá Týsklandi. Núverandi stjórnin hjá Donald Tusk hevur ikki verið so bersøgin, men hevur nevnt okkurt slag av endurgjaldi, sum kann styrkja sambandið millum londini bæði.

Týskland sigur, at spurningurin um endurgjald ikki er aktuellur, tí Týskland longu hevur rindað endurgjald til eysturblokkin við Moskva á odda eftir kríggið. Men sambært polskum myndugleikum fekk Pólland ikki part av hesum endurgjaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498