Lítil áhugi fyri dystinum móti Norðurmakedónia

Lítil áhugi fyri dystinum móti Norðurmakedónia
Fótbóltssambandið væntar 1.500 áskoðarar til dystin, sum verður spældur tíðliga seinnapartin í morgin
FSF væntar 1500 áskoðarar á Tórsvølli í morgin. (Savnsmynd: FSF)
 
06.09.2024 - 13:20

Lítil áhugi er fyri landsdystinum millum Føroyar og Norðurmakedónia á Tórvølli í morgin, og tað gongur einki serligt at selja atgongumerki.

Fótbóltssambandið væntar 1.500 áskoðarar til dystin, sum verður spældur tíðliga seinnapartin, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari:

 

06092024_Landsdystur_1

 

Kristin Dam Ziska.

 

Tað er UEFA, sum ger dystarskránna og ger av, nær á degnum dysturin skal spælast. 

Dystirnir hjá manslandsliðum byrja altíð klokkan 14, klokkan 17 ella klokkan trý korter til átta.

FSF hevur gjørt vart við, at ásetingin í morgin hóskar illa.

Søguligu áskoðaratølini vísa kortini, at áhugin fyri fótbóltslandsliðnum hjá monnum er rættiliga støðugur, sigur aðalskrivarin í FSF:

 

06092024_Landsdystur_2

 

Landsdysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia byrjar sum sagt klokkan 14, og Kringvarpið vísir dystin. Vit byrja at senda klokkan 13.30.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655