Fiskalýsi forðaði ferðslu

Fiskalýsi forðaði ferðslu
Stórur ferðsluproppur og bilrøðir vóru um Gøtueiði fyri døgurða til seint út á seinnapartin í dag
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
09.09.2024 - 19:24

Tað kom óvart á nógvar bilførarar í dag, tá bilar hjá Landsverki, sløkkiliðnum og løgregluni sperraðu vegin við Gøtueiði. Landsverk og sløkkiliðsbilarnir høvdu úr at gera at vaska fiskalýsi av vegnum

Fiskalýsi var nevniliga runnið úr einum lastbili, sum koyrdi við slógvi, ið skuldi beinast burtur. Sambært løgregluni var yvirtrykk komið í tangan, og tí rann lýsi niður á vegin.

- Hetta er óvanligt og eigur ikki at henda, sigur løgreglan, sum leggur afturat, at tað er fyritøkan, sum eigur ábyrgdina av, at vegurin verður reinsaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844