Hava funnið vrakpetti av horvnum flogfari

Hava funnið vrakpetti av horvnum flogfari
Hildið verður, at øll, sum vóru við flogfarinum, eru deyð
Flogfarið datt niður har eysturi í Russlandi, og hildið verður, at øll, sum vóru við, eru deyð.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.07.2025 - 10:47

Vrakpetti eru funnin av einum  flogfari, sum russisku loftferðslumyndugleikarnir mistu sambandið við í morgun. 

Flogfarið datt niður har eysturi í Russlandi, og hildið verður, at øll, sum vóru við, eru deyð.

Guvernørurin í økinum, Vasily Orlov, sigur sambært Reuters, at 43 fólk vóru við flogfarinum, teirra millum fimm børn, og manningin, sum taldi seks fólk.

Russiska tilbúgvingarmálaráðið sigur, at 40 fólk vóru við flogfarinum.

Angara Airlines átti flogfarið, og loftferðslumyndugleikarnir mistu sambandið við tað stutt fyri, at tað skuldi seta í Amur-økinum nærindis kinesiska markinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655