Kringvarp Føroya sigur frá dystinum millum HB og Brøndby

Kringvarp Føroya sigur frá dystinum millum HB og Brøndby
Donsku fjeppararnir eru longu komnir niðan á Tórsvøll, so ferðslan verður neyvan ávirkað av teimum. Kringvarpið sigur frá dystin millum HB og Brøndby
Tað vera nógv fólk á Tórsvølli í kvøld, tá HB og Brøndby spæla altjóða dyst
Mynd: RSmedia/HB  
 
24.07.2025 - 18:41

Í tíðindunum í kvøld søgdu vit frá løgregluni, at nógv fólk var komið saman á Skálatrøð í sambandi við dystin millum HB og Brøndby. Hetta vóru serliga danskir áskoðarar, sum eru komnir til Føroya í rímiliga stórum tali.

Vit søgdu eisini, og tað var eisini frá løgregluni, at tað kundi fara at tarna ferðsluni, tá hesi viðhaldsfólk skuldu niðan á Tórsvøll til dystin, sum byrjar klokkan 19.45, og vit nevndu rutuna tey skuldu ganga.

Nú kunnu vit so siga, at ferðslan neyvan verður tarnað stórvegis afturat, í øllum førum áðrenn dystin, tí fjeppararnir hjá Brøndby eru longu komnir niðan á Tórsvøll.

Hinvegin kann væntast, at fjeppararnir fara omanaftur í býin eftir dystin, og so kann vera, at tað fer at tarna ferðsluni eitt sindur tá.

Annars kunnu vit leggja afturat, at útvarpið hjá KvF sendir frá dystinum. Dysturin byrjar klokkan 19.45, men Kringvarpið byrjar at senda frá dystinum umleið klokkan 19.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297