Røddin á Darth Vader tagnað

Røddin á Darth Vader tagnað
Sjónleikarin James Earl Jones, ið eitt nú er kendur sum røddin hjá Darth Vader í Star Wars, er deyður, 93 ára gamal
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
09.09.2024 - 22:45

Darth Vader í Star Wars og Mufasa í The Lion King. 

Sjónleikarin James Earl Jones hevði eina serstaka og sertakliga góða rødd, sum bleiv brúkt til at leggja røddir til nakrar av mest eyðkendu filmspersónunum nakrantíð. 

Nú er røddin tagnað við manninum, ið er deyður, 93 ára gamal. 

Tað vita altjóða miðlar í kvøld at siga. 

So løgið, sum tað kann ljóða, so stamaði James Earl Jones illa sum barn, og hann brúkti sjónleikin til at koma stamingini til lívs. 

James Earl Jones fekk í 2011 ein heiðurs-oscar fyri sítt virki í filmsídnaðinum, og hann vann eisini tvær Tony-heiðurslønir fyri síni avrik á amerikanska sjónleikarapallinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037