Google og Apple fáa milliardabót

Google og Apple fáa milliardabót
Google skal rinda 18 milliardir og Apple 97 milliardir
Google fær 18 milliardir krónur í bót, tí fyritøkan hevur misbrúkt sína sterku støðu millum leitiskipanir á netinum.
 
10.09.2024 - 14:01

ES-dómstólurin hevur í dag gjørt av, at Google og Apple skulu gjalda ávikavist 18 og 97 milliardir krónur í bót,  skrivar danska kringvarpið DR.

Google fær 18 milliardir krónur í bót, tí fyritøkan hevur misbrúkt sína sterku støðu millum leitiskipanir á netinum. ES-nevndin gav bótina, tí hon helt, at Google favoriseraði sína egnu tænastu til at samanbera prísir við - hon eitur Google Shopping - framum aðrar líknandi tænastur.

Google var ikki samt í hesum og skeyt avgerðina inn fyri ES-dómstólin - men fekk ikki viðhald har.

 

Apple hevur fingið ólógligan almennan stuðul ur Bretlandi, sigur ES-dómstólurin. 

 

Ólógligan almennan stuðul

Bótin hjá Apple, sum er heilar 97 milliardir krónur, kemur av, at Apple-fyritøkan, sambært ES, hevur fingið ólógligan almennan stuðul úr Írlandi. Apple skal nú rinda Írlandi hesar pengarnar aftur.

Úrskurðarnir hjá ES-dómstólinum kunnu ikki kærast.

Margrethe Vestager, sum er næstforkvinna í ES-nevndini, segði á tíðindafundi í dag í sambandi við dómin, at hetta er ein sigursdagur hjá evropeiskum borgarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133