Altjóða elddópurin hjá Føroyum var í talvi 

Altjóða elddópurin hjá Føroyum var í talvi 
Føroyskir telvarar gingu á odda við at vinna Føroyum altjóða umboðan í ítrótti, tá teir í september 1970 umboðaðu Føroyar í talvolympiaduni í Vesturtýsklandi
Føroyar móti Sovjetsamveldinum í OL 1970. Á 1 borði Hans Petersen (vm) móti Tigran Petrosjan (heimsmeistari 1963-69). Rubek Rubeksen sæst brosandi aftanfyri
 
11.09.2024 - 10:58

Í september 1970 sita føroyskir telvarar til háborðs saman við heimselituni á talvolympiadu í Vesturtýsklandi. 

Hetta vekir ans, tí tað er fyrsta ferðin, at Føroyar eru umboðaðar í stórari kappingarstevnu við egnum landsliði. 

Ongar av ítróttagreinunum innan ÍSF høvdu í 1970 fingið altjóða viðurkenning. Hondbólturin var fyrstur at gera telvingini kynstrið eftir. Ein fyribils limaskapur ruddaði fyri fyrstu Evropa-Cup luttøkuni í 1972, men ikki fyrr enn í 1974 fáa Føroyar fullan limaskap í altjóða hondbóltssambandinum IHF, tó at Hondbóltssamband Føroya sum sersamband er ikki til fyrr enn í 1980. 

 

Væl frammanfyri hondbóltin

Tá Føroyar á heysti 1974 fegnast um, at eitt níggju ára drúgt stríð fyri altjóða viðurkenning í hondbólti er vunnið, hava føroyskir telvarar longu verið á talvolympiadu tríggjar ferðir.

Tað var tí í talvi, at Føroyar av fyrstan tíð vunnu fulla viðurkenning sum sjálvstøðug ítróttatjóð.

Um talv er at rokna sum ítróttur er so annar spurningur, men kapping er tað - krevjandi bæði til likams og sinnis. 

 

Elddópur við lít

Talvsamband Føroya - stovnað 14. februar 1970 - man vera fyrsta meginfelag innan kappingarítrótt í Føroyum. 

Longu sama ár gjørdist Talvsamband Føroya limur í altjóða talvsamgonguni FIDE, og umboðaði Føroyar á talvolympiadu í Siegen á heysti 1970.

Tilvildin lagaði tað so, at í einum av fyrstu dystunum ta ferðina møttu føroyingar Sovjetsamveldinum, sum var suverent einaveldi innan telving í heilan mansaldur. Hetta var sostatt elddópur við lít.

Neyvan í nakrari aðrari kappingargrein hava Føroyar spælt so nógvar landsdystir sum í talvi. Bara á talvolympiadunum eru Føroyar skrásettar fyri í alt 347 OL-landsdystir móti 132 ymiskum londum. 


Víkingasiðvenja

"Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,
hann sat í búnum talvi"... 

Talv er aldargomul siðmenning í Føroyum. Fornfrøðiligir útgrevstir geva ábendingar um, at telvað hevur verið í Føroyum longu í elstu landnámstíðum. Kvæðini hava nógvar tilsipingar til talv, sama er í ferðafrásagnum hjá Tarnovius, Lucas Debes og Svabo. 

Talvfelag verður kortini ikki stovnað fyrr enn nógv seinni. Havnar Telvingarfelag, sum er hitt elsta av føroysku talvfeløgunum, var stovnað í 1923, og helt tí 100 ára stovningardagin í fjør. 

 

Ellivu talvfeløg

Í dag eru ellivu talvfeløg virkin í landskappingini. Í alt 426 telvarar stóðu á styrkilistunum hjá hesum feløgum til kappingina í fjør vetur.

Tankin um at samskipa telvingina í Føroyum í eitt meginfelag, man ivaleyst hava verið frammi av og á gjøgnum árini, sum talvfeløg vórðu stovnað.

Fyrsta, sum er til skjals um hetta, er bræv, sum Gøtu Talvfelag sendir Havnar Telvingarfelag á heysti 1963. Har verður borið upp á mál at stovna eitt meginfelag.

Havnar Telvingarfelag tekur málið upp í 1965. Skriv verður sent út til øll talvfeløg í landinum og allar bygdir, har menn regluliga koma saman at telva.

Áheitanin um at ganga saman um eitt landsfelag í talvi, varð sent feløgum og telvarum í Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Eiði, Kollafirði, Vestmanna, Sørvági, Miðvági, Tvøroyri, Vági og Sumba. 


Rubek Rubeksen, ið situr til vinstru á myndini, slóðaði fyri í tilgongdini at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap í altjóða talvsambandinum
 

Rubek til Lugano

Hóast hesa víðfevndu roynd at fáa sett á stovn hitt føroyska megintalvsambandið spurdist einki burturúr í fyrsta umfari. Málið sovnaði aftur, og nøkur ár gingu, áðrenn nakað aftur hendi.

Næsti leikurin í hesum talvinum verður fluttur í 1968. Tá fer ein felagslimur í Havnar Telvingarfelag, Rubek Rubeksen, av sínum eintingum eina ferð til Lugano har suðuri í Sveits, sum hetta heystið hýsir olympisku talvleikunum.

Rubek hevur í einari talvsending í útvarpinum í 1990 sagt, at telvarar í Føroyum høvdu tá smáar vónir um at sleppa uppí altjóða talvsambandið, og hann var tí farin hesa ferðina fyri at hitta teir, sum høvdu við slíkar spurningar at gera. 

 

Kom á tal við forsetan

Í Lugano kom Rubek á tal við forsetan í altjóða talvfelagsskapinum, FIDE, Folke Rogard, sum var svii. Rubek fekk frá Rogard at vita, at skuldu Føroyar gerast limur í FIDE kravdist bara eitt, og tað var, at eitt landsfelag var, sum kundi umboða okkum.

Rubek hitti eisini formannin í danska talvsambandinum, Ole Schøller Larsen. Í fundarfrágreiðing síni frá FIDE-aðalfundinum í Lugano í danska talvblaðnum í januar 1969 nevnir Schøller Larsen eisini hjáveru Rubeks:

Thorshavn Skakklub havde iøvrigt en observatør ved kongressen for at undersøge mulighederne for at Færøerne kunne blive optaget som en selvstændig nation. Dette er ikke udelukket, da de amerikanske protektorater Puerto Rico og Virgin Islands (Jomfruøerne) er medlemmer, og man derfor vil få vanskeligt ved at nægte Færøerne optagelse. Jeg meddelte formanden (Rubek Rubeksen), at vi ikke ville modsætte os Færøernes optagelse, men at vi naturligvis hellere så klubben indmeldt i DSU (Dansk Skakunion). Dette mente Rubeksen ikke var muligt.

Í 1990 bleiv gjørd samrøða við teir tríggjar, sum gingu á odda at vinna Føroyum fullan limaskap í altjóða talvsambandinum FIDE í 1970 - Rubek Rubeksen, Hanus Joensen og Jákup Thomsen. Hoyr samrøðuna undir her. 

 

Stovna_Talvsamband_1970

 


Danskt fyrivarni

Hendan, millum reglurnar at hóma, ikki sørt ullinta støða, danir hava í spurninginum um sjálvstøðugan føroyskan limaskap, var ikki heilt nýggj. 

Føroyingar komu sum nevnt tíðliga uppí altjóða felagsskapin fyri brævtelving, ICCF, sum øll tey fyrstu mongu árini var óheftur av FIDE. Hesin felagsskapur varð stovnaður í 1946, og takkað veri B. H. Wood - bretski meistaratelvarin og heiti føroyavinurin - vóru føroyingar beinanvegin bodnir uppí millumtjóða brævtelving og fingu limaskap í ICCF.

At hetta ikki hóvaði dønum ber brævaskiftið millum formannin í ICCF, svian Erik Larsson, og formannin í Havnar Telvingarfelag, Tórarinn Evensen, vitnisburð um. Í brævi, 6. juni 1957, skrivar ICCF-formaðurin soleiðis:

Tack for kort 31/5. Spörsmålet angående Färöernas egen representation i ICCF har inte tagits upp av ICCF ledningen utan på sin tid (på Amsterdam mötet bl. a.) av Danmarks dåvarande delegat Mogens Christensen. Då Mogens Christensen numera är avsatt så var hans åsikt i frågan kanske inte lika med den officiella på danskt håll. Det har jo ofta kommit anmarkningar att Färöarna har eget lag. Man säger att det vara det samma som om Gotland hade eget lag. Då Färöarna lange varit en självständig medlem av ICCF skulle jag for min personliga del helst vilja se att så även blir i fortsättningen. Om ni ej är anslutna till Dansk Skakunion på något sätt ej heller i närschack så bör det vara klart att ICCF bor ha rätt att själv avgöra frågan. ICCFs grundprincip är att ingen skall hindras från deltagende i våra turneringar.

Hälsningar

Erik Larsson, ICCF (International Correspondance Chess Federation)

 

Vinna á Danmark

Her kann vera skoytt uppí, at Danmark og Føroyar høvdu í 50-árunum óalmennan landsdyst í brævtalvi sínamillum. Byrjað var í 1952. Átta telvarar vóru á hvørjum liði. 

Føroyska landsliðið mannaðu hesir: Palli Henriksen, Tórarinn Evensen, Henry Olsen, Olav Andreasen, Jákup Henriksen, Christoffer Lútzen, Thorstein Vilhelm og F.P. Goldney. Um somu tíð gongur ein annar dystur millum føroyskar og danskar telvarar - ein sokallaður B-landsdystur. Her eru ikki færri enn 25 telvarar á hvørjum liði. 

Telvarar í Havn - við undantaki av vágbinginum Thorstein Vilhelm - mannaðu føroyska A-liðið, men stóra B-liðið mannaðu telvarar av Tvøroyri og Vestmanna - fimtan av Tvøroyri og tíggju úr Vestmanna. Í fimtiárunum var eitt sera livandi talvumhvørvi á Tvøroyri og Trongisvági.

Hetta gjørdist ivaleyst longsti dystur í allari talvsøguni, tí ikki fyrr enn í 1958 fekst eitt endaligt úrslit. A-dysturin endaði 8½ - 7½ til Danmark, men B-dystin vunnu Føroyar 27 - 23. Samanlagt vunnu Føroyar 34½ - 31½. Sig so tað!


Jákup Thomsen (1940-2013). Formaður í Talvsambandi Føroya 1970-75. Rubek Rubeksen kyndi logan fyri dreyminum um føroyskan limaskap í altjóða talvi, og Jákup Thomsen loftaði stafettini og fullførdi setningin sum nývaldur formaður í Talvsambandi Føroya

 

Støðan mýkist

Í Lugano hevði formaðurin í danska Talvsambandinum spurt Rubek, hví ongin danskur telvari var boðin við í kappingarnar, sum vóru í Havn í 1963 og 1967, tá Fríðrikur Ólafsson, B.H. Wood og aðrir útlendingar luttóku. Rubek spurdi afturímóti, hví føroyskir telvarar ikki høvdu verið bodnir at telva í donskum kappingum.

Árið eftir kom tann fyrsta innbjóðingin til føroyingar um at senda eitt umboð í almennu kappingina um  danmarkarmeistaraheitið fyri unglingar! 

Umframt føroyska umboðið í hesari kapping, sum var í Næstved á sumri í 1969, var eisini Jákup Thomsen, formaður í Havnar Telvingarfelag, við á ferðini. Hann hitti í Næstved formannin í danska talvsambandinum, og aftur mól upp spurningurin um føroyska innliman í FIDE.

Jákup fekk tá varhugan av, at danir ongar ætlanir høvdu um at seta seg ímóti føroyskum limaskapi í FIDE. Jákup Thomsen hevur í talvsending í útvarpinum sagt so um prátið, hann hevði við DSU-formannin í Næstved í 1969:

…tá helt eg, teir skiltu, at skuldu vit yvirhøvur gera okkum tankar um at koma við í altjóða telving, so bar ikki til at koma sum ein partur av tí danska talvsambandinum

Eggjaðir av teim signalum, ið samrøðan í Næstved var ábending um, og tí, sum FIDE-forsetin hevði sagt Rubeki í Lugano, hildu menn, at stundin nú var komin at fara undir neyðturviligu fyrireikingarnar til at seta á stovn hitt føroyska talvsambandið.


Skjøtil verður settur

Eftir nýggjár í 1970 møttust í Havn umboð frá talvfeløgunum í Gøtu, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn. Á hesum fundi varð samtykt at stovna landsfelag og at boða til stovnandi aðalfundar í Tórshavn 14. februar. 

Í eina arbeiðsnevnd, sum var sett at fyrireika aðalfundin og gera uppskot til felagslóg komu Hanus Joensen úr Kollafirði og Rubek Rubeksen og Jákup Thomsen úr Havn. Alment vórðu øll áhugað feløg boðin til fundin.

14. februar varð so landsfelag stovnað við heitinum Talvsamband Føroya, og lógir tess samtyktar. Møtt vóru 28 umboð úr níggju feløgum: Sandavági, Miðvági, Sørvági, Eiði, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn.

Í nevnd vóru valdir Jákup Thomsen, Tórshavn, Hanus Joensen, Kollafirði, Sjúrður Lómstein, Gøtu og Samson Højgaard og Hans Petersen, báðir úr Vestmanna. Aðalfundurin samtykti eisini at fara undir føroyameistarakapping fyri lið. Reglugerð fyri kappingina, sum arbeiðsnevndin hevði evnað til, varð góðkend.

 

Fyrsti nevndarfundurin

Á tí fyrsta nevndarfundinum 1. mars skipaði nevndin seg við Jákupi Thomsen sum formanni, Samson Højgaard, varaformanni, Hanus Joensen, kassameistara og Hans Petersen sum skrivara. Fundurin samtykti:

1) at søkja til Landsstýrið um ókeypis ferð við strandferðsluni til talvkappingar.
2) at søkja um limaskap í FIDE.
3) at boða frá luttøku til talvolympiaduna í Siegen, Vesturtýsklandi, sama ár.

Táverandi forsetin í FIDE, Folke Rogard, úr Svøríki, gav Føroyum loyvi til at luttaka á talvolympiaduni, men viðvíkjandi limaskapinum í FIDE vildi hann fyrst hava nágreiniligari vitan, um møguligt samband millum Talvsamband Føroya og Dansk Skakunion. Annars skuldi limaskapurin koma til viðgerðar á aðalfundinum hjá FIDE seinni á árinum.

Á FIDE-aðalfundinum í Siegen fekk Talvsamband Føroya viðurkenning sum sjálvstøðugur limur. Tvey onnur lond fingu limaskapin váttaðan saman við Føroyum. Tey vóru Rhodesia og Wales. 

"Stóra tøkk eiga uppiborið áðurnevndi Folke Rogard og ikki minni Dansk Skak Union við ágrýtna formanni sínum Ole Schøller Larsen, at so væl gekst," stendur í gerðarbók Talvsambandsins um FIDE-aðalfundin í Siegen. 

Við hesum høvdu Føroyar á fyrsta sinni tikið fetið út á reyðu langmottuna saman við øllum hinum fínu gestunum. Fyri føroyska telving - og kanska allan føroyskan ítrótt sum heild - var hetta einki minni enn ein kollvelting. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981