Vágskálin: Lívsjáttandi við so nørdutum tilfari

Vágskálin: Lívsjáttandi við so nørdutum tilfari
Á vágskálina seinast varð bókaverkið "Tættir og teiti" eftir Tórð Jóhannesarson ummælt. Ummælarar vóru Turið Sigurðardóttir og Allan Dalsgarð
Mynd: Uni Arge  
 
13.09.2024 - 12:06

Tá Tórður Jóhannesarson gekk á Fróðskaparsetri Føroya frá 1994 til 1998, skrivaði hann høvuðsritgerð um føroyska táttayrking - frá teimum elstu varðveittu táttunum til V4-sendingarnar hjá útvarpinum fyrst í sjeytiárunum. 

Sprotin hevur nú givið út tvær bøkur eftir Tórð Jóhannesarson, sum lýsa táttayrkingina heilt frá bóndasamfelagnum til í dag. Fyrra bindið, sum er 350 síður, er søgan um táttaykringina í Føroyum, og í seinna bindinum endurgevur høvundurin á 425 síðum ein hóp av tættum. 

"Hetta er ein stuttlig og undirhaldandi bók at lesa. Verkið er umfatandi og ber prógv um ein høvund, sum hevur eina øgiliga vitan. Onki er so lívsjáttandi sum at lesa nørdut tilfar sum hetta," sigur Allan Dalsgarð í sendingini.

Turið Sigurðardóttir, sum hevur skrivað føroysku bókmentasøguna saman við Maluni Marnersdóttir, fegnast eisini um bøkurnar.

"Hetta er eitt stórt verk, og øgiliga gott er at hava fingið allar hesar tættirnar upp á prent. Áhugavert er eisini, at hann setir táttayrkingina í søguligt perspektiv fram til í dag," sigur hon. 

 

"Hetta er ein stuttlig og undirhaldandi bók at lesa. Verkið er umfatandi og ber prógv um ein høvund, sum hevur eina øgiliga vitan. Onki er so lívsjáttandi sum at lesa nørdut tilfar sum hetta."

Allan Dalsgarð, ummælari

 

Tættir hava ikki fingið nógva rúmd í føroyskum bókmentasøgum, men veruleikin er, at kvæði og tættir í høvuðsheitum hava verið skaldskapur føroyinga á bundnum máli í hundraðtals ár, sigur Tórður Jóhannesarson í innganginum til verkið. 

Fólk kundu fyrr fáa tátt, um tey høvdu gjørt okkurt stuttligt ella skeivt, og táttayrking var tí eitt slag av uppaling ella sosialum eftirliti, sigur hann. Mong meta tó eisini tættir sum eitt slag av føroyskari happaramentan. 

"Hetta er eitt stórt verk, og øgiliga gott er at hava fingið allar hesar tættirnar upp á prent. Áhugavert er eisini, at hann setir táttayrkingina í søguligt perspektiv fram til í dag."

Turið Sigurðardóttir, ummælari

 

Í sendingini greiðir Allan Dalsgarð frá sínum royndum at spæla kabarettir, ogTurið Sigurðardóttir sigur søguna um Ánaniasar tátt frá 1700, sum er fyrsti uppskrivaði táttur í Føroyum.

Uni Arge legði til rættis. 

 

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05, og tá tað ber til hjá tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263