Meritt-útbúgving til eldraøkið við

Meritt-útbúgving til eldraøkið við
- Meritt-útbúgvingin á dagstovnaøkinum hjá Tórshavnar kommunu roynist so væl, at Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, vil geva eldrastarvsfólkum líknandi tilboð.
Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
15.09.2024 - 15:24

At størsta kommuna í landinum er farin undir at útvega starvsfólkum sínum atgongd til meritt-útbúgving á dagstovnaøkinum, kann eisini føra til, at starvsfólk á eldraøkinum fáa líknandi tilboð.

Tað er ið hvussu er tað, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, nú skjýtur upp.

Í løtuni taka 21 starvsfólk hjá kommununi eina sokallaða meritt-útbúgving frá VIA University College í Viborg, so tey við fjarlestri eftir hálvumfjórða ári kunnu fáa prógv sum námsfrøðingar.

- Meritt-útbúgvingin er skipað soleiðis, at lisið verður heimanífrá á netinum, og talan er um tilsamans sjey semestur, har tú ert niðri eina viku í byrjanini og eina viku í endanum, sigur Annfinn Brekkstein.

Tekur sjey ár í Føroyum
- Trupulleikin við førleikamenning, so hjálparfólk kunnu uppstigast til námsfrøðingar í Føroyum, eru krøvini um eina miðnámsútbúgving, so fólk tilsamans skulu brúka sjey ár, áðrenn tey standa við einum prógvi.

Meritt-útbúgvingin er snøgt sagt ikki til í Føroyum, so tí hevur Tórshavnar kommuna verið noydd at leita sær út um landoddarnar eftir henni. Nú vísir tað seg, at eisini aðrar kommunur leita sama veg sum Tórshavnar kommuna.

- Tá ið vit í februar komandi ár stovna ein flokk aftrat, eru eini 12-15 fólk við í skipanini, sum koma úr øðrum kommunum, sigur Annfinn Brekkstein.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Annfinn Brekkstein:

2024-09-15-Annfinn-Brekkstein
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862