Ferðslutrygd og tryggingarfeløg undir átak um gáloysni í ferðsluni

Ferðslutrygd og tryggingarfeløg undir átak um gáloysni í ferðsluni
Handhildin telefon er vanlig, meðan fólk koyra bil
Átakið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd og tryggingarfeløgunum varar í tríggjar vikur.
 
16.09.2024 - 09:15

Gáloysni er ein tann størsta orsøkin til óhapp og vanlukkur í ferðsluni.

Ráðið fyri ferðslutrygd fer í samstarvi við Trygd og Betri trygging í dag undir átak um gáloysni í ferðsluni. 

Handhildin telefon er vanlig, meðan fólk koyra bil. 

Revsingin fyri at brúka handhildna telefon er herd.

Nú er sektin 1.500 krónur og klipp í koyrikortið.

Átakið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd og tryggingarfeløgunum varar í tríggjar vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334