Løgtingið fekk fýra fráboðanir frá umboðsmanninum

Løgtingið fekk fýra fráboðanir frá umboðsmanninum
Tingið fer i dag at viðgera ársfrágreiðingina hjá umboðsmanninum fyri 2023
Formansskapurin í løgtinginumhevur uppskot til samtyktar um at góðkenna ársfrágreiðingina hjá umboðsmanninum.
 
17.09.2024 - 08:36

Løgtingið fekk fýra fráboðanir frá Løgtingsins umboðsmanni í fjør.

Umboðsmaðurin skal boða løgtinginum frá álvarsligum mistøkum ella vansketni og lýtum í lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum.

Løgtingið fer í dag at viðgera ársfrágreiðinga hjá umboðsmanninum fyri 2023.

Formansskapurin hevur uppskot til samtyktar um at góðkenna ársfrágreiðingina.  

Tey fýra málini, løgtingið fekk í fjør, eru um lýti í serskúlalógini, broyting í byggisamtykt, handfaring av umsókn um byggiloyvi, og um handfaringina av innlitsáheitan frá fjølmiðli umframt klagumálsupplýsingina um hetta málið.

Trý onnur mál eru á skránni hjá løgtinginum í dag.

Fólkaflokkurin eigur tvey. Annað er at leingja gildistíðina á rættindum í fiskivinnuni. Hitt er um at javna landsskattastigan árliga.

Jacob Vestergaard hevur uppskot um harðari revsing fyri rúsevnakoyring.

Tingfundurin í dag er kl.11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815