Frískúlin í Havn: Eykaaðalfundurin var ikki viðtøkuførur

Frískúlin í Havn: Eykaaðalfundurin var ikki viðtøkuførur
Nýggjur eykaaðalfundur er lýstur at vera 21. oktober, og tá verður aftur uppskot um at taka skúlan av
Skúlagongd erframvegis, og enn er ikki greitt, nær Frískúlin í Havn letur aftur, sigur Búgvi Dalsgarð, stýrisformaður. (Savnsmynd: Frískúlin í Havn)
 
19.09.2024 - 13:02

Ov fá fólk møttu á eykaaðalfundi hjá Frískúlanum í Havn á Velbastað í gjárkvøldið, tá lagnan hjá skúlanum skuldi avgerast.

Fundurin var sostatt ikki viðtøkuførur, og nýggjur eykaaðalfundur er lýstur at vera 21. oktober.

Tað sigur Búgvi Dalsgarð, stýrisformaður á Frískulanum í Havn.

Eins og á eykaaðalfundinum, sum skuldi vera í gjárkvøldið, er eittans mál á skrá fyri fundin 21. oktobur. Tað er uppskot um at taka Frískúlan í Havn av.

Viðtøkurnar fyri Frískúlan í Havn siga, at tveir triðingar av limunum skulu atkvøða fyri tí, um skúlin skal takast av.

 

Meiriluti fyri

Sambært stýrisformanninum tók ein meiriluti av teimum, sum møttu á eykaaðalfundinum í gjárkvøldið, undir við at taka skúlan av. Men eykaaðalfundurin var sum nevnt ikki viðtøkuførur.

Búgvi Dalsgarð sigur við útvarpið, at tað hevur verið stór frágongd av næmingum, síðani tíðindini bórust um støðuna á skúlanum og ætlanina at taka skúlan av.

- Skúlagongd er tó framvegis, og enn er ikki greitt, nær Frískúlin í Havn letur aftur, sigur Búgvi Dalsgarð.

Nýggjur eykaaðalfundur er lýstur at vera 21. oktober. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377